Føroyskt.
Fyrisøgn
Drós situr við telduna. Hon er inni á Facebook. Vinkonur hennara hava leingi flent eftir henni, tí hon ikki leggur so nógv í teldur, og tær hava allar reypað av, hvussu nógv vinfólk, tær hava á Facebook.
Drós legði í fyrstani ikki lag í, hvat tær søgdu, men sum vikurnar gingu, og tær prátaðu um øll vinfólkini, føldi hon seg uttanfyri.
Sólja, besta vinkona hennara, lovaði at hjálpa henni í gongd, og nú situr hon við telduna eins og allar hinar genturnar í flokkinum. Hon følir, at hon nú er við í prátinum aftur, og hon hevur longu fingið nógv vinfólk úr ymsum bygdum í Føroyum. Hon hevur eisini vinfólk aðrastaðni enn í Føroyum, t.d. Jónas úr Noregi, Helgu úr Íslandi og Sáru úr Grønlandi. Hon kennir tey øll, tí tey hava øll fyrr búð í Føroyum.
Drós hevur gjørt av bara at fáa sær vinfólk, ið hon kennir, tí hon hevur so ofta hoyrt, at tað kann vera vandamikið at samskifta við fremmand fólk á telduni. Hesi kunnu vera heilt onnur, enn tey siga seg vera.
Drós hyggur, um hon hevur fingið nøkur boð, men tað hevur hon ikki. Hon skrivar eina heilsan til Sáru, ið hevur føðingardag, leggur seg so á sofuna at hvíla seg eina løtu, áðrenn hon skal venja flogbólt. Hóast hon er glað fyri vinfólkini á Facebook, so er tað stuttligari at vera saman við veruligum vinfólki.
Drós spælir flogbólt við gentum 12 ár hjá SÍ. Henni dámar sera væl at spæla flogbólt. Liðið hjá henni hevur klárað seg væl í kappingunum, sum hava verið. Tær hava ongantíð vunnið, men hava tríggjar ferðir verið nummar tvey. Drós hyggur altíð, tá ið bestu liðini í bygdini spæla, og hon var eisini í Havn, tá ið kvinnurnar vunnu steypafinaluna. Tað var ein góður dagur fyri bygdina.